Tiltak fyri foreldur í barnsburðarfarloyvi

Rørsla og sansastimbran

Tíð
09:30 - 10:30
Stað
Býarbókasavnið
- við barnafysioterapeuti

Tiltak fyri smábørn, pinkubørn og foreldur í barsil.

Tak eitt vinfólk, mammubólk ella onkran heilt triðja við tær til eina hugnaliga, óformella og ríka løtu saman við tínum barni.

Beinta Bak Simonsen hevur fyrst eitt upplegg, og síðani verður ein løta við rørslustimbran við ráðum og triks til heimabrúk.

Vit byrja kl. 9.30, men dyrnar lata upp kl. 9.

 

  • Evnið hesa ferð er nertingarsansur (taktilsans). Hvat um hesin merkist ov lítið ella ov nógv? Tað verður gjørt meiri burturúr rørslum til nertingarsansin, og tað verður sansamassaga heldur enn at svinga runt og vøsa-vasa.