Mín jólabók

Mín jólabók kom út fyrstu ferð í 1950. Hon hevur megnað at fylgt við tíðini og at endurnýggjað seg, soleiðis at nógv børn lesa Mína jólabók í jólamánaðinum. Bókadeild Føroya lærarafelags gevur Mína jólabók út, og í 2023 fingu tey barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs fyri bókina. 

Vit sýna fram nakrar av bókunum. Bæði kend og minni kend listafólk hava myndprýtt vøkru og hugfarsligu forsíðurnar. Bókaframsýningin er á gøtuhæddini, men tú sært eisini eitt lítið úrval her.

Hjartaliga tillukku við teimum 75 árunum!